Innanlands

- Tú gloymir ikki angan av røstum fiski

Nøkur ár síðani vit høvdu nakað skip úr Føroyum her, men tú gloymir ikki angan, sigur Scrabster Seafoods.

(Mynd: Scrabster Seafoods Ltd)

(Mynd: Scrabster Seafoods Ltd)

2024-05-15 22:35 Author image
Sverri Egholm

Vesturvarði landar í dag 65.000 pund av toski í Scrabster. Sum skilst er verkfallið orsøkin til, at landað verður í Skotlandi.

Scrabster Seafood Ltd hevur lagt myndir út av bryggjuni, og umborð síggjast allar greipurnar sum hanga á dekkinum.

- Tað eru nøkur ár síðani vit høvdu nakað skip úr Føroyum her, men tú gloymir ikki angan av røstum fiski, siga teir hjá Scrabster Seafood Ltd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald