Innanlands

Birita skal landa í Fuglafirði

Birita skal landa 1.900 tons av svartkjafti í Fuglafirði.

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-29 09:56 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Birita skal landa 1.900 tons av svartkjafti í Fuglafirði.

Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Føroysku uppsjóvarskipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald