Uttanlands

Ango komin til Marokko

Ango fór av Runavík síðsta fríggjadag, og er nú komin til Marokko, har skipið nú fær heimstað.

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-07 10:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango er komið til Marokko, har skipið nú fær heimstað.

Tað var síðsta fríggjadag, at uppsjóvarskipið Ango fór av Runavík, har skipið hevur ligið seinastu mánaðirnar.

Eigarnir hava bíðað eftir at endaligu skjølini komu uppá pláss, og skipið kundi seljast av landinum.

Talan hevur verið um eina drúgva sølutilgongd, men loksins er Ango komin til Marokko, har skipið nú skal fiska.

Í sambandi við søluna, so eru nakrar tillagingar gjørdar við skipið, eitt nú er ein tangi blombaður, soleiðis at skipið lastar eitt vet minni enn tað gjørdi áðrenn.

Umboð fyri reiðaríið í Marokko, sum hevur keypt Ango, vóru í Føroyum í fjør og hugdi eftir fleiri skipum, og valdu at geva eitt boð uppá Ango, sum eigararnir valdu at góðtaka.

Eigararnir á Ango arbeiða við at leggja saman við reiðarínum, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu og Dalsgaard beiggjunum, sum vóru við í Kinnfelli, sum nu er farið í tvey.

Hesir tríggir partarnir skulu síðani gera eitt nýtt og sterkari reiðarí saman.

Ætlanin er at finna eitt annað skip, sum er betri egna til tørvin hjá nýggja felagnum. 

[object Object]

Mynd: Fishfacts.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder