Innanlands

Sandshavið landar í Havn

Sandshaviðe er komið á Havnina við 220 tonsum av frystum fiski.

Sandhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Sandhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-10 07:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Sandshavið kom í gjár á Havnina, har skipið skal landa.

Sandshavið loysti tann 26. juni, og setti kós móti Flemish Kap, har teir fiskaðu í knappar tvær vikur. 

Tá ið liðugt var at fiska á Flemish Kap, setti skipið kósina móti Føroyum, har skipið síðani hevur gjørt túrin lidnan.

Veiðan verður landað til Barðið í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder